Hóast HM-endaspælið fer fram í Suður Korea og Japan, so fer danska landsliðið tó at spæla á heimavølli.
Stórskermar verða settir upp í Parkini leygardagin, tá Danmark og England møtast í Niigata í Japan. Parkin letur upp ein tíma áðrenn dystarbyrjan, sum er klokkan 13.30 danska tíð. Dysturin verður vístur á einum stórskermi, sum er 40 fermetrar til støddar.
Flemming Østergaard, stjóri í Parkini, sigur, at ein slíkur dystur sjálvandi skal vísast á danska tjóðarleikvøllinum. Um veðrið ikki er til vildar, so verður takið drigið fyri, so at fólk kunnu sita turr og hyggja. Gitt verður, at fleiri enn 10.000 fólk fara at vera í Parkini leygardagin.