Hondbóltur
Donsku kvinnurnar taptu 25-27 móti Rumenia. Tað merkir, at Danmark fær bara eitt stig við sær til høvuðsumfarið, har tær skulu spæla ímóti Noregi týskvøldið. Og er eyðsæð, at tað verður tungt hjá donsku kvinnunum. Stigið Danmark fær við sær bleiv bjargað ímóti Ungarn í evstu løtu. Ungarn tekur eisini eitt stig við sær til høvuðsumfarið, meðan Rumenia byrjar høvuðsumfarið við 4 stigum.
Førdu í hálvleikinum
Danmark hevði leiðsluna í hálvleikinum. 13-10 varð hálvleiksstøðan, og varð hendan leiðslan bygd á eitt sera sterkt verjuspæl. Karin Mortensen stóð eisini væl í málinum, og hevði hon eina rúgvu av bjargingum í 1. Hálvleiki. Tað eydnaðist eisini donsku verjuni at halda rumenska stórskjúttanum, Christinu Neagu, sum vísti stórspæl í teimum báðu fyrstu dystunum. Slagelse-spælarin, Carmen Amareii gjørdi tó sítt til at halda Rumenia inni í dystinum. Álopið hjá dønum koyrdi eisini væl, og vísti Katrine Fruelund aftur gamlar taktir. Trine Troelsen fekk eisini nógv burturúr, og Lærke Møller varð sjálvur tryggleikin tá brotskøst skuldu skjótast.
Rumenia kemur aftur
Í byrjanini av 2. Hálvleiki varð einki, sum talaði fyri, at Rumenia skuldi koma aftur. Tær donsku stríddu seg uppá eina 17-13 leiðslu, men tá byrjaði so smátt at ganga galið. Meðan tær donsku kvinnurnar møddust, so sóu tær rumensku møguleikan at taka leiðsluna aftur. Tingini vóru nú vend, og Rumenia vann sær eina 21-19 leiðslu. Spenningurin helt sær tó um úrslitið til endan, og Rikke Skov syrgdi fyri nøkrum málum fyri, at Danmark hekk í. Men tá alt varð liðugt, hevði Rumenia vunnið 27-25. Danmark spælir ímóti Noreg týskvøldið, Spania mikukvøldið og Ukraina hóskvøldið. Venjarin hjá Danmark, Jan Pytlick metir, at Danmark skal vinna allar tríggjar dystirnar í høvuðsumfarinum, um tað skal eydnast at koma í hálvfinaluna.










