Fleiri lond mæla í eini felags yvirlýsing til, at skipaferðslan skal vera veðurlagsneutral í 2050. Teirra millum eru Danmark, USA, Bretland og Marshalloyggjarnar.
Tað upplýsir danska forsætismálaráðið í einum tíðindaskrivi. Áheitanin kemur í sambandi við veðurlagstoppfundin COP26 í Glasgow.
Seinni í dag fer Mette Frederiksen at halda tíðindafund um yvirlýsingina.
Í yvirlýsingina heita londini á Altjóða Sjóferðslufelagsskapin (IMO) um at taka lut í veðurlagsátakinum við at samtykkja eitt mál um veðurlagsneutrala skipaferðslu í 2050. Og tað skulu eisini vera framsøkin deilmál í 2030 og 2040.
– Shippingídnaðurin skal vera veðurlagsfríur fyri 2050 og hjálpa til við loysnini á altjóða veðurlagskreppuni.
– Við hesum átaki senda Danmark og hini londini eitt greitt signal til felagar okkara í almenna og privata geiranum kring allan heimin um, at ein grønari framtíð fyri shipping er bæði neyðug og eisini gjørlig, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum.
Politiska fráboðanin verður løgd fram seinnapartin í dag, tá eisini serligi veðurlagssendimaðurin hjá USA, John Kerry, verður við.
Eftir framløguna á COP26 fer Danmark at arbeiða víðari við at fáa fleiri lond at vera við í yvirlýsingini.
Skipaferðsla útletur umleið 940 millónir tons CO2 árliga. Hon hevur ábyrdg av umleið 2,5 prosent av heimsins útláti av vakstrarhúsgassum.
/ritzau/