Danmark og Svøríki lata sonevnd CV90-stríðsakfør sum eru 1,8 milliardir krónur verd til Ukraina, sum er í kríggi við Russland.
Tað upplýsir Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri í Danmark, á tíðindafundi á Frederiksberg Slotti. Har var eisini svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, til staðar.
Teir eru saman, tí at Svøríki letur formansskapin í norðurlendska verjusamstarinum, Nordefco (Nordic Defence Cooperation) frá sær til Danmark 1. januar.
infanteri stríðsakførini eru eitt millumting millum panseraðar mansskapsvognar við fýra løttum kanoum og ein stríðsvogn.
Talan er um svensktframleidd akfør. Og í veitingini verða umleið 20 slík før, væntar Troels Lund Poulsen.
– Eg eri fegin um, at vit í dag hava kunna gjørt eina avtalu við starvsbrøður okkara um at kunna veita 1,8 milliardir krónur.
– Tað fylgir upp uppá tær veitingar, sum sviar hava latið, og tað merkir, at vit kunnu vera við til at gera eina felags uppbygging av stríðsvognum, sigur Troels Lund Poulsen.
Umframt akførini eru eisini eykalutir, lóður og ein avtala um viðlíkahald í fleiri ár.
Svøríki hevur higartil latið Ukraina 50 slík akfør. Men Ukraina hevur sambært danska verjumálaráðnum spurt eftir fleiri.
– Eg takki Danmark fyri leiðsluna. CV90-akførini eru ógvuliga væl dámd. Tað hevur týdning fyri Ukraina, sigur Jonson.
Veitingini, sum Danmark rindar fyri, verður fíggjað gjøgnum Ukrainagrunnin. Grunnurin eigur milliardir, sum ein breiður meiriluti í Fólkatinginum samdist um 15. mars í ár. Hann hevur sum endamál at fíggja millum annað hernaðarligan stuðul til Ukraina.
Umframt donsk-svensku veitingina er í veitingarpakkanum, sum er tann 14. í røðini av hernaðarligum stuðli til Ukraina fyri yvir sjey milliardir krónur í tíðarskeiðnum 2024-3026.
Seinasti veitingarpakkin hevur ikki bara við sær samstarv við Svøríki. Har eru eisini avtalur við Bretland, Týskland, Holland, Estland og Kekkia um at veita vápn, lóður og útgerð.
/ritzau/