Danmark og Svøríki hava í kvøld ognað sær beinleiðis atgongumerki til EM endaspælið í Ukreina og Póllandi komandi summar. Danmark vann 2-1 á Portugal í Parkini, meðan Svøríki við heimasigri á Hollandi gjørdist besti 2arin.
Tað er fagnaður í Danmark og Svøríki í kvøld. Teir reyðu og hvítu vunnu finaluna um fyrsta plássið í bólki H, meðan Svøríki í bólki E vann 3-2 á Hollandi.
Í Parkini legði Michael Krohn-Delhi Danmark á odda longu aftaná eitt korter. Um miðjan seinna hálvleik økti Nicklas Bendtner til 2-0. Í yvirtíðini minkaði Cristiano Ronaldo um munin fyri Portugal, sum hóast tapið skal spæla um at koma víðari til EM endaspælið.
Á Råsunda leikvøllinum vann Svøríki 3-2 á Hollandi við málum, sum Kim Kallstrøm, Sebastian Larsson og Ola Toivonen skoraðu. Við sigrinum er Svøríki tað landið, ið hevur fingið flest stig móti fimm teimum hægst styrkismettu liðunum í sínum bólki, og tað gevur beinleiðis atgongd til EM endaspælið.
Noreg vann 3-1 á Kypros, men tað er ov lítið til at yvirhála Portugal, sum eins og Noreg hevur 16 stig í bólki H.










