Fjórði dagur í EM endaspælinum í hondbólti er í dag. Fýra dystir eru á skránni – tveir íbólki C og tveir í bólki D.
Talan er um annað umfar í bólkaspælinum.
Danmark hevur í kvøld møguleika at tryggja sær pláss í millumumfarinum. Danmark verður ronað at vera stórfavorittur ímóti Tjekkia, sum í fyrsta umfari legði rygg til stórtap ímóti Spania.
Spania hevur møguleika at tryggja sær pláss í millumumfarinum ímóti Ungarn, sum í fyrsta umfari tapti ímóti Danmark.
Týskland verður roknað at vera stórfavorittur ímóti Slovenia. Týskland fer við sigri at tryggja sær pláss í millumumfarinum.
Fjórði dysturin er uppgerð millum tey bæði londini á Balkan – Montenegro og Makedonia.
Skráin í dag
Bólkur C
Slovenia – Týskland kl. 17.15
Montenegro – Makedonia kl. 19.30
Bólkur D
Ungarn – Spania kl. 17.15
Tjekkia – Danmark kl. 19.30










