Danmark og Noreg bresta saman í kvøld

Dystirnir millum Danmark og Noreg eru millum størstu klassikkarnar í kvinnuhondbólti

Hondbóltur

 

Í kvøld 19.15 skulu Noreg og Danmark spæla enn ein avgerandi dyst í einum endaspæli. Tær hava mangan møtst fyrr, og mangar á báðum liðum eru liðfelagar í bæði donsku og norsku kappingini. Fyri Danmark hevur tað alstóran týdning at fáa stig í kvøld, tí tær hava bert eitt stig við sær í høvuðsumfarið, meðan Noreg hevur 3 stig.

 

Fara at stríðast

Venjarin hjá Danmark, Jan Pytlick er so beinharður í sínum metingum, at hann metir, at danska liðið má vinna allar tríggjar dystirnar í høvuðsumfarinum, fyri at kunna vinna seg í hálvfinaluna leygardagin.

- Ímóti Noregi fara vit at stríðast so nógv, at blóðið fer at flóta. Og undirstrikar hann har við, at hóast sína favorittstøðu, so skal Noreg ikki vænta sær nakran avgerandi dyst.Ein av fremstu donsku spælarunum, Rikke Skov er eisini greið yvir, hvat skal til:

- Vit koma at gera alt hvat vit megna fyri at vinna dystirnar í høvuðsumfarinum, soleiðis at vit røkka hálvfinaluni. Dystirnir ímóti Noregi eru nakrir klassikkarar, og eru altíð góðir, frá byrjan til enda. Sjálv eri eg ógvuliga tendrað.

 

Danir eru desperatir

Norski spælarin, Kristine Lunde heldur, at ein kann loyva sær at siga, at tær á danska liðnum eru desperatar. – Tær mugu jú fáa tey stigini, sum eru at spæla um, so tað kann eina væl siga. Í norsku leguni hava tey verið mest upptikin av at sleppa undan smittuvandum. Ein ítróttarjournalistur, sum møtti á einum tíðindafundi hjá norska liðnum, varð stillisliga beindur út um dyr, tí hesin hostaði so illa.

- Vit vita av royndum, at tað er sera týdningarmikið hjá okkum at royna at halda okkum burtur frá krími og hosti. Hetta segði norski venjarin, Marit Breivik við norsku pressufólkini.