Danmark og Føroyar spæla landsdyst í mars

Í fyrireikingunum hjá Danmark til EM endaspælið í fótbólti í summar er ein dystur ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum.

 

Danska fótbóltslandsliðið byrjar EM-fyrireikingina í mars við at spæla venjingardyst í móti Sveis og Føroyum.

Tað skrivar Dansk Boldspil-Union (DBU).

23. mars verður Sveis á vitjan í Parkin í Keypmannahavn, meðan Føroyar møtir Danmark 26. mars á Brøndby Stadion.

– Venjingardystirnir hava týdning fyri okkum, og tað eru tveir dystir, sum eru rættiliga góðir fyri fyrireikingarnar hjá okkum til EM, sigur Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari hjá Danmark.

– Hesir dystir passa okkum bæði á høgum landsliðsstøði, og vit fáa samstundis ein góðan møguleika fyri at spæla liðið enn betri saman fram ímóti EM.

Hetta verður einastu ferð, danska landsliðið hittist, meðan danska kappingin er í gongd í vár.

 

##med2##

Landsliðið hittist fyrst í juni. DBU upplýsir, at tá verður arbeitt við fleiri venjingardystum, til liðið 11. juni fer til EM í Týsklandi.

##med3##

 

Danmark byrjar EM endaspælið 16. juni móti Slovenia. 20. juni bíðar Ongland, áðrenn síðsta dyst í bólkaspælinum, sum veðrur ímóti Serbia 25. juni.

/ritzau/