Nýggj tøl hjá OECD vísa, at skattatrýstið í Danmark var 48,3 prosent í fjør, sum er tað størsta í heiminum. Tað er heldur einki, sum bendir á, at Danmark fer at missa heitið sum landið við heimsins størsta skattatrýsti. Danska skattatrýstið fellur eitt sindur næsta ár og í 2011, men verður kortini heimsins størsta, skrivar DR.
Kristian Jensen, skattamálaráðharri, ásannar, at skattatrýstið er stórt. Hann heldur tó ikki, at samanberingin við onur lond er heilt røtt, tí í summum londum gjalda fólk fyri ymsar tænastur, sum danir rinda ígjøgnum skattin.
Í Løgtinginum í gjár segði Annfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformaður, at á fundi við Búsksparráðið hevði nevndin fingið at vita, at Føroyar hava tað næststørsta skattatrýstið í heiminum næst eftir Danmark.