Helgi Abrahamsen, sum stundum situr á tingi sum varamaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, ein fyrispurning um arbeiðið við at fyrireika Føroyar til avleiðingarnar av Brexit.
Næstformaðurin í Sambandsflokkinum vil hava at vita, hvussu nógv fólk arbeiða við málinum og um nakað samstarv er millum Føroyar og Danmark á økinum.
Poul Michelsen svarar, at nógv fólk frá umsitingini eru við í arbeiðinum og at umroknað til ársverk er talan væntandi um hálvtannað ársverk. Talan er um starvsfólk á Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðnum og sendifólkini í London og Brússel. Uttanríkis- og vinnumálaráðið leiðir arbeiðið.
Afturat hesum viðger Fiskimálaráðið eisini hvørjar avleiðingar Brexit fer at hava á fiskiveiðisamstarvið í Norðuratlantshavinum, svarar Poul Michelsen.
Hann sigur eisini, at danska stjórnin hevur sett seg í samband við landsstýrið um málið. Danska stjórnin kunnaði um, at hon hevði sett ein Brexit-bólk, og at so hvørt sum arbeiðið frá leið, skuldu Føroyar verða kunnaðar um gongdina. Forkvinnan í føroyska arbeiðsbólkinum hevur eisini verið á fundi við danska Brexit-bólkin og hevur heitt á tey um at hava føroysk áhugamál í huga, tá málsøki verða viðgjørd, sum Føroyar ikki hava yvirtikið ella tá Føroyar eru fevndar av ES-skipanum.
Poul Michelsen vísir tó á, at Danmark og Føroya ikki hva somu áhugamál á økinum. Danmark er limur í ES og kannar tí, hvussu Brexit fer at ávirka Danmark sum ES-limaland. Føroyar eru sum kunnugt ikki limur í ES.
- Av tí at Føroyar eru uttanfyri ES, eru fyrireikingarnar hjá Føroyum av einum øðrum slag. Tað snýr seg fyrst og fremst um at samskifta við bretskar myndugleikar og leggja lunnar undir eitt gott samstarv við Bretland eftir Brexit, ikki minst okkara áhugamál í at fáa góð og trygg viðurskifti á handilsøkinum. Harumframt hava vit áhuga í at tryggja okkara fiskiveiðiflota nøktandi atgongd á fiskivinnuøkinum. Her kunnu danir hava mótstríðandi áhugamál, og tí er mett at føroyskir myndugleikar best taka sær av hesum arbeiðinum sjálvir, sigur Poul Michelsen.