Danmark og Bretland bestu marknaðirnir

Fleiri enn 200 lond eru í heiminum, men Føroyar eiga at marknaðarføra seg sum eitt spennandi skandinaviskt Shangri-la í 3-4 londum, segði Simon Anholt í frágreiðingini um kappingarsamleika Føroya. Danski marknaðurin er sjálvsagdur, helt hann, men bretar skulu læra danskarar at hava størri virðing fyri Føroyum, segði hann eisini

Føroyar teljast millum tey 160 londini í heiminum, sum flestu fólk als ikki kenna, og tí er ein høvuðsuppgáva hjá føroyingum at marknaðarføra landið soleiðis, at tað verður kendari.
Í frágreiðingini, sum Simon Anholt gjørdi fyri Uttanríkisráðið í fjør, umrøddi bretski ráðgevin eisini málbólkarnar, sum føroyingar eiga at leggja dent á.
Danmark er ein upplagdur høvuðs­markn­aður hjá Føroyum sum ferðavinnulandi, segði hann, tí sambondini eru sterk, handilsvanarnir millum londini finnast frammanundan, og nógvir føroyingar eru í Danmark, sum kunnu gera sína ávirkan galdandi vegna Føroyar.
At marknaðarføra Føroyar sum ein skandi­naviskan gimstein í Danmark er tó ikki bara einfalt. Eitt enskt orðatak sigur, at kunnleiki elur vanvirðing, og hetta er ein afturvendandi trupulleiki hjá sjálvstýrandi londum og økjum um allan heim, nevnir hann.
»Tað er ógvuliga trupult hjá sjálvstýrandi londum at slíta seg leys frá tí eitt sindur niðursetandi hugburði, ið valdsharrar hava. Ofta er einasti mátin at broyta teirra hug­burð at byggja upp eitt sterkari umdømi bein­leiðis hjá íbúgvunum í einum triðja landi, ið valds­ríkið sjálvt sær upp til og hámetir,« skrivar Simon Anholt.
Hendan mekanisman var einasti mátin, ið kundi nýtast at læra Stórabretland at hava virðing fyri Írlandi, nevnir hann. Bretar vóru í øldir vandir við at hyggja niður á Írland sum eitt hjáland og fóru ikki at síggja landið við øðrum eygum, fyrr enn teir løgdu til merkis, at Írland fekk virðing úr USA og londunum á evropeiska meginlandinum.
»Tí kunnu vit siga,« skrivar Simon Anholt, »at um Føroyar fáa eina sterka og jaliga ímynd mill­um bretsk vitjandi, íleggjarar og við­merkjarar, hevði hetta helst fingið danir at endur­skoðað sín hugburð mótvegis Føroyum.«

Nógv bretsk ríkfólk
Næsti stóri marknaðurin at leggja dent á er heilt vist Stórabretland, heldur hann. Stóra­bretland er nærhendis Føroyum, og har búgva nógv ríkfólk, ið leita eftir nýggjum og óvan­ligum ferðamálum, ið ikki eru ov langt burturi. Bretar hava eisini eitt sindur av grund­leggjandi vitan um Føroyar.
Simon Anholt skrivar, at meðan teimum flestu bretsku ferðafólkunum vanliga dámar væl ferðamál við heitum veðri, velja eldri og rík ferðafólk ofta ferðamál við tempereraðum veðurlagi. Hesin málbólkurin hóskar eisini væl at draga til Føroya.
Kortini er tað ein stór og framsøkin ætlan at seta sær fyri at marknaðarføra Føroyar í Stórabretlandi, heldur hann, tí kappingin á bretska marknaðinum er hørð. Føroyingar skulu tí eisini umhugsa at fara eftir smærri markn­aðum.

Bílig lond væl egnað
Í hesum sambandi nevnir hann, at fleiri góðar grundgevingar eru fyri at marknaðarføra Føroyar í londum sum Lettlandi, Slovenia og Turkalandi heldur enn á dýrum marknaðum sum Týsklandi, Svøríki og USA. Í tílíkum lond­um ber til at gera Føroyar sjónligar fyri minni pening enn á stóru marknaðunum, og helst eru fólk eisini lættari at koma á tal við á smærri marknaðunum, heldur hann.
»Fólk eru kanska minni væl útbúgvin og eru heilt vist minni ferðavon enn í ríkari londum, og tí er meiri sannlíkt, at tey gerast hugtikin av tí fremmand­kenda og tíðindavirðinum í ein­um ókendum skandinaviskum ferðamáli,« sigur Simon Anholt.
Hvussu Føroyar skulu eita úti í stóru verð, hevur hann onki endaligt svar uppá, tí oyggj­arnar verða jú bæði róptar Faroes og Faroe Islands. Men hann mælir til, at vit kalla landið Faroe Islands, tí tað sigur, at talan er um oyggjar. Og føroysku oyggjarnar eru tær, sum skulu seljast sum eitt óuppdagað skandi­naviskt Shangri-la.