Danmark næstan í Suðurafrika

Danska fótbóltslandsliðið tók leygarkvøldið eitt risa stig ímóti HM endaspælinum, sum næsta summar verður í Suðurafrika. Í Parkini var úrslitið ímóti Portugal 1-1. Niklas Bendtner legði í 43. minutti Danmark á odda við framúr fínum máli. Í 2. hálvleiki spenti Portugal álopsbogan ógvuliga nógv. Tað eydnaðist at javna til 1-1, og soleiðis endaði dysturin. Úrslitið ber við sær, at Danmark hevur kós ímóti endaspælinum í Suðurafrika næsta summar. Portugal hevur mest sum mist møguleikan at røkka endaspælinum.