Um tíggju ár skal Danmark vera millum tíggju tey ríkastu londini í heiminum. Tað er endamálið við arbeiðssetninginum hjá stjórnini og teimum nýggju ráðharrunum, og sum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, legði fram í dag.
Arbeiðssetningurin er settur saman av 76 ymsum tiltøkum og 10 ymsum málsetningum, sum samanlagt skulu gera Danmark til eitt av teimum tíggju ríkastu londunum í heiminum í 2020.
Forsætisráðharrin vil ikki avdúka, hvussu stjórnin ætlar at røkka málinum, og um ætlanin kanska er at skerja møguleikarnar fyri eftirløn og dagpengum.
-Tað er neyðugt at laga nýskipaninar soleiðis, at fólkið kann hava álit á, at vit ikki gera nakað dramatiskt, uttan at fólkið fyrst fær møguleika fyri at tveita okkum úr stjórnarskrivstovunum, sigur Lars Løkke Rasmussen.










