Danmark má fyrireika seg til veðurlagsbroytingarnar

Tøkniráðið í Danmark hevur nú skrivað fleiri av teimum donsku kommununum bræv, har ráðið mælir kommununum til at hava veðurlagsbroytingarnar í huga, tá tær leggja framtíðarætlanir.

Herfyri boðaðu danskir granskarar frá, at vatnstøðan í havinum við Danmark fer at hækka umleið ein hálvan metur tey næstu hundrað árini. Tað fer at ávirka viðurskiftini í teimum kommununum, sum liggja úti við sjógvin, og tí vil tøkniráðið hava hesar kommunurnar at hava hetta í huga, tá tær leggja ætlanir um útbyggingar í framtíðini, skrivar Politiken.

Eitt nú fer broytingin at hava stóra ávirkan á viðurskiftini í nógvum donskum havnum.