Danmark letur upp tá øll yvir 50 eru koppsett

Tað kann merkja, at ein stórur partur av avmarkingunum fella burtur í maimánaði

Ein breiður meiriluti av flokkum á Fólkatingið hevur gjørt eina langskygda avtalu um at lata landið uppaftur.

Við fáum undantøku skal danska samfelagið lata heilt uppaftur, tá øll yvir 50 eru koppsett.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, eftir at ein breiður meiriluti í Fólkatingum í dag gjørdi eina avtalu um eina langskygda upplatingarætlan.

– Vit eru samd um, at tað er eitt ógvuliga, ógvuliga týdningarmikið fikspunkt, tá øll yvir 50 eru koppsett. Tað byggir tó á ta fortreyt, at vit kunnu halda smittuni niðri og brúka koronupass, sigur Mette Frederiksen.

Avtalan væntast harvið at merkja, at ein stórur partur av avmarkingunum fella burtur í maimánaði. Væl at merkja um koppingarevnið verður útvegað sum væntað.

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, fegnast um, at dagfesting nú er setta á týdningarmiklar partar av upplatingini.

– Vit hava uppiborið at fáa at vita, nær tað er okkara túrur. Vit hava uppiborið eina ætlan fyri, at tá øll yvir 50 eru koppsett, hvat merkir tað so fyri okkum?

– Vit vildu fegin, at tað gekk skjótari. Men tað hevur týdning, at vit nú hava eina ætlan um, hvat vit kunnu vænta okkum, sigur Jakob Ellemann-Jensen.

Umframt eina endadagfesting fyri flestu avmarkingar, so leggur hann dent á, at tað longu eftir páskir verður opið fyri fleiri skúlanæmingum og teimum liberalu vinnunum.

Formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, leggur dent á, at avtalan fer at merkja, at Danmark so vítt gjørligt verður opið aftur um tveir mánaðir.

– Danmark sær nú inn í eina uipplating, har onnur úti í Evropa ikki inn í ein stongsul, sigur Søren Pape Poulsen.

/ritzau/