Danmark letur Ukraina eldri stríðsvognar

Sambært DR er talan um Leopard 1A5, sum ikki longur eru ein partur av donsku verjuni.

Sambært DR hevur Danmark gjørt av at lata Ukraina sínar eldru stríðsvognar av merkinum, Leopard.

 

Avtalan um at lata Ukraina stríðsvognarnar er samskipað við eina røð av øðrum sameindum londum.

 

Sambært DR er talan um eitt eldri slag av Leopard, nevniliga Leopard 1A5, sum ikki longur eru partur av donsku verjuni.

 

Lagt verður, at Leopard 1A5 í 2010 vórðu seldir felagnum, FFG i Flensburg, og her eru teir framvegis.

 

Nú skulu so hesir stríðsvognar sambært DR og í avtalu við aðrar sameindar hjá Danmark sendast til Ukraina.