24 somaliskir sjórænarar, sum eru umborð á danska herskipinum Esbern Snare í Adenvíkini, sleppa undan rættarsókn.
Sjórænararnir skutu eftir teimum donsku herflotamonnunum, sum tóku teir, men kortini hava teir donsku myndugleikarnir gjørt av at lata teir leysar.
Statsadvokaturin Birgitte Vestberg sigur við danska kringvarpið, at tað ber ikki til at prógva, hvør av sjórænarunum skjeyt eftir teimum donsku herflotamonnunum. Myndir, sum manningin á Esbern Snare tók av tilburðinum, vísa heldur ikki, hvør tað var, sum skjeyt, sigur statsadvokaturin.
Hon hevur ikki verið umborð á herskipinum ella kannað umstøðurnar, tí Esbern Snare søkti skipið hjá sjórænarunum.
-Tey teknisku sporini í málinum fóru við skipinum, sigur Birgitte Vestberg við DR.