Gjørdi Løgtingið soleiðis, sum Sambandsflokkurin nú skjýtur upp, at brúka skerjingina av ríkisstuðlinum til at gera útbyggingar í samferðslunetið í Føroyum, so hevði nógv kunna verið bygt fyri tær 12 milliardir krónurnar, sum Føroyar hava sent retur til Danmarkar seinastu 21 árini.
Tað verður sjálvandi rættiliga hypotetiskt at ímynda sær, at Danmark hevði góðtikið, at Føroyar til dømis settu pengar av í ein búskapargrunn til útbyggingar av samferðslunetinum, og til at byggja almennar bygingar, so sum skúladeplar og sjúkrahús. Men latið okkum spæla eitt sindur við roknistykkið.
So kundu pengarnir verið brúktir til Vágatunnillin og Norðoyatunnin, sum sambært roknskapunum hava kostað gott og væl 700 milliónirkrónur. Skálafjarðatunnilin kostaði 1,3 milliardir krónur, og Sandoyartunnilin kostar nakað tað sama. Taka vit so H-bygningin á Landssjúkrahúsinum og seta hann til 800 milliónir, Glasir til 850 milliónir, tunlarnar norður um Fjall á Borðoynni til 400 milliónir og eitt nýtt kampus í Havn fyri hálva milliard. So koma vit ikki upp á 12 milliardir krónur.
##med2##
So jú, tað hevði borið til gjørt allar hesar útbyggingarnar, um Løgtingið ikki sendi hasar 12 millardir krónurnar aftur til Danmarkar, men til dømis settu tær í ein búskapargrunn.
Men í Føroyum vilda vit heldur verið sjálvbjargin enn at vera heft at donskum pengum.
Men nú er í so seint at gráta umm spilta mjólk. Tað ber tó til at gera, sum Sambandsflokkurin vil og brúka næstu skerjingarnar til Suðuroytunnilin. So er spurningurin, hvat fyllir meira í Løgtinginum: Sjálvbjargni ella Suðuroyartunnil












