Evropa meistarakappingin í hondbólti verður í Danmark og byrjar sunnudagin. Eyðun Samuelsen, altjóða dómari, roknar við, at Danmark kemur víðari úr bólkinum. Danmark er í bólki við Kekkia, Makedonia og Eysturríki.
Sambært Eyðuni hevur Makedonia eisini góðar møguleikar at koma víðari, meðan Eysturríki og Kekkia eisini kunnu gera ein vørr.
Hann fegnast eisini um mongu Norðurlondini, sum eru í kappingini.
- Vit hava fýra norðurlond við. Danmark, Svøríki, Noreg og Ísland. Tað vísir hvussu stórt tað er her um okkara leiðir. Finnland er tað einasta stóra Norðurlandið, sum ikki er við, sigur Eyðun Samuelsen millum annað í samrøðuni við Rás2.
Hoyr hvat hondbóltsserfrøðingurin hjá Miðlahúsinum og altjóða dómarin Eyðun Samuelsen, hevur at siga um EM-kappingina, sum byrjar sunnudagin, við at trýsta á pílin undir myndini.
Kappast verður í fýra bólkum, sum eru hesir:
Bólkur A:
Danmark
Kekkia
Makedonia
Eysturríki
Bólkur B:
Ísland
Spania
Ungarn
Noreg
Bólkur C:
Frankaríki
Russland
Pólland
Seriba
Bólkur D:
Kroatia
Svøríki
Montenegro
Hvítarussland
Eitt fullfíggjað dystaryvirlit fæst HER.










