Danmark kann drukna í sjóvindmyllum

Danski parturin av Norðsjónum er egnaður til sjóvindmylluparkir, men spurningurin er, hvat náttúrufólk fara at siga til eitt broytt útsýni yvir Vesturhavið, skrivar SEV. Hjá mongum teirra verður hetta ivaleyst ein beiskur biti at svølgja, meðan viðhaldsfólk av orku frá vindmyllum hinvegin fara at stórgleðast.

Tað er somikið bíligt at byggja sjóvindmyllur í danska partinum av Norðsjónum, at onnur lond kunnu spara miljardaupphæddir við at flyta sínar vindmyllur til grunnu donsku farvøtnini, sigur ein frágreiðing.

Verkætlanin Windspeed hevur gjørt frágreiðingina og tilmælini, ið ES-nevndin hevur goldið, skrivar tíðarritið Ingeniøren.

- Vit fáa eina rúgvu av el-framleiðslumøguleikum, um myllurnar ikki verða knýttar saman við landinum, tær verða settar upp í, sigur Hans Christian Sørensen frá ráðgevingarfyritøkuni Spok.

Um politikarar í t.d. Bretlandi, Týsklandi pg Holland sleptu sínum heimligu útbyggingarætlanum, og brúka donsku farvøtnini, ber sambært frágreiðingini at trífalda orkukapasitetin, svarandi til 30 pst. av elnýtsluni hjá Norðsjóvarlondunum.

Hetta kann gerast, uttan at prísurin fyri vindmyllustreymin verður hægri enn aktuelli prísurin upp á góða 1,5 kr. fyri k/w-tíman, skrivar Ingeniøren.

Høvuðstrupulleikin er, at prísurin á sjóvindmyllum hækkar, tess longur úr landi og tess djypri er, har bygt verður.

Frágreiðingin sigur eisini, at fleiri Norðsjóvarlond skjótt fara at hava trupult við at finna nóg grunn sjóøki, sum ikki longu eru løgd út til siglingarrutur, fiskivinnuáhugamál, friðaðar náttúruleiðir ella boripallar. Men eisini her er grunni danski parturin av Norðsjónum væl egnaður, sigur frágreiðingin frá Windspeed.