Danmark ikki víðari í Grand Prix

Av norðurlondum er nú bert Svøríki við í Eurovision 2016.

Onnur semifinalan í Melodi Grand Prix kappingini var í kvøld, og Danmark kom ikki víðari í kappingini.

 

 

Sostatt hava norðurlond ikki staðið seg væl, tí av norðurlondum er nú bert Svøríki við í kappingini.

 

 

Hetta er annað ár á rað, at Danmark ikki megnar at standa seg í kappingini um at koma við til endaumfarið, og er hetta tí søguliga vánaligt úrslit, tí tað er ikki hent áður, at Danmark ikki hevur verið við í tvey ár á rað.