Danmark heldur fram - Ísland úti

Danmark spældi seg í kvøld lættliga í fjórðingsfinaluna í HM-hondbóltskappingini hjá monnum við at vinna 30-23 á Tunesia. Dysturin var bara spennandi ta fyrstu løtuna, men so megnaðu tunesar ikki at fylgja við dønum, sum skulu møta Ungarn ella Póllandi í fjórðingsfinaluni.

 

Íslendingar megnaðu ikki at koma í fjórðingsfinaluna, men teir góvu teimum fronsku heimsmeistarunum ein skarpan gang í áttandapartsfinaluni í kvøld. Dysturin var sera spennandi. Í hálvleikinum vóru fransmenn á odda 15-14, og tá seinni hálvleikur endaði líka sum tann fyrri, vunnu fransmenn 30-28. Í fjórðingsfinaluni møta fransmenn annaðhvørt Kroatia ella Hvítarusslandi.

 

Týskland gjørdist seinnapartin tað fyrsta landið at spæla seg í fjórðingsfinalurnar í HM-hondbólti hjá monnum. Í áttandapartafinaluni møttu týskarar makedonum, og eftir 13-9 í hálvleikinum vunnu týskarar dystin 28-23.

Í fjórðingsfinaluni skal Týskland møta vinnaranum av áttandapartafinaluni millum Spania og Serbia, sum verður í morgin.

 

Ikki óvæntað bleiv Russland annað liðið at tryggja sær pláss í fjórðingsfinalunum. Russar møttu í áttandapartsfinluni seinnapartin Brasil, og hetta gjørdist ein nógv størri uppgáva fyri russar, enn tey flestu høvdu væntað. Tá tíðin fór, høvdu russar vunnið sera tepurt 27-26. Í fjórðingsfinaluni skal Russland møta annaðhvørt Slovenia ella Egyptalandi.