Tað sigur fakligi stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Frode Forland.
Hann vísir til tað, sum fakligi stjórin í danska Statens Serum Institut, Tyra Grove Krause, segði á tíðindafundi mikudagin.
Tyra Grove Krause vísti nevniliga á, at heili 80 prosent av nýggjum smittutilburðum í Danmark í løtuni eru omikron.
Omikron er kent fyri at smitta bæði skjótt og sera illa, og seinstu dagarnar hevur smittan í Danmark sett met omaná met við nýggjum tilburðum.
- Danmark hevur í løtuni heimsins hægsta smittustøði í mun til fólkatalið í landinum, skrivar norska heimasíðan, VG í dag.
Í hesum sambandi verður víst til metstóra smittutalið í Danmark næst síðsta samdøgur sum var heili 23.228.
Stóra talið kann eisini hava sína orsøk í, at fleiri hava bíðað við at lata seg kanna millum jól og nýggjárs.
Fakstjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Frode Forland, væntar ikki, at Noreg er sloppið undan omikron-smittubylgjuni.
- Omikron-smittan veksur í Noregi, og vit mugu verða fyrireikað til, at smittutølini her hjá okkum eisini fara at veksa, sigur Frode Forland.