VIDEO: Danmark heilkiksaði móti Slovenia (EM)

EM: Danmark kom illa úr startholunum í EM-endaspælinum í hondbólti. Noreg og Svøríki vunnu sannførandi sigrar

Í dag byrjaði EM-endaspælið í kvinnuhondbólti. 

 

Vertur eru Slovenia, Norðurmakedonia og Montenegro.

 

Í bólki A komu verandi evropameistararnir Noreg væl frá landi við einum sannførandi 32-23 sigri á Kroatia. 

 

Kroatia var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Noreg bert á odda 16-14.

 

Í sama bólki vann Ungarn 33-28 á Sveis. 

 

Í fyrra hálvleiki var Sveis omaná, og var á odda 14-12 í steðginum.

 

Í bólki B heilkiksaði Danmark, ið er millum favorittarnar at vinna kappingina. 

 

Donsku kvinnurnar taptu 26-28 fyri Slovenia. Í steðginum var Danmark á odda 15-14.

 

Donsku miðlarnir geva ilt av sær um tapið.

 

Í sama bólki vann Svøríki sannførandi 27-21 á Serbia. 

 

Í steðginum var Svøríki á odda 14-9.

 

Í morgin vera hesir dystirnir leiktir:

 

Bólkur C: Frakland-Norðurmakedonia og Montenegro (Klokkan 17)

 

Bólkur D: Niðurlond-Rumenia og Póland-Týskland (Klokkan 19.30).

 

Danmark – Slovenia 26-28 (15-14)

 

Danmark : Trine Østergaard 7, Emma Friis 6, Mete Tranborg 3, Mie Højlund 3, Kathrine Heindahl 2, Sarah Iversen 1, Anne Mette Hansen 1, Louise Burgaard 1, Simone Petersen 1, Kristina Jørgensen 1. 

 

Slovenia : Ana Gros 8, Tamara Mavsar 7, Elizabeth Omoregie 4, Natasa Ljepoja 3, Alja Varagic 2, Valentina Klemencic 2, Barbara Lazovic 1.

 

Noreg – Kroatia 32-23 (16-14)

 

Noreg : Nora Mørk 8, Henny Ella Reistad 7, Vilde Ingstad 5, Kristine Breistøl 4, Stine Oftedal 3, Anniken Wollik 2,  Maren Aardahl 1, Stine Skogrand 1, Sunniva Næs 1. 

 

Kroatia : Stela Posavec 4, Dora Kalaus 3, Paula Posavec 3, Tena Japundza 3, Ana Debelic 3, Valentina Blazevic 3, Katarina Jezic 2, Kristina Prkacin 1, Dora Krsnik 1.

 

Svøríki – Serbia 27-21 (14-9)

 

Svøríki : Nathalie Hägman 9, Linn Blohm 6, Elin Hansson 4, Jamina Roberts 2, Melissa Petren 2, Jenny Carlson 2, Emma Lindqvist 1, Carin Stromberg 1.

 

Serbia : Aleksandra Stamenic 6, Jovana Kovacevic 4, Katarina Bojicic 3, Kristina Liscevic 3, Jelena Lavko 2, Jovana Stoiljkovic 1, Andjela Janjusevic 1, Ana Kojic 1.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Danmark og Slovenia, ið Danmark tapti rættiliga óvæntað:

##med2##