Danmark heilkiksaði ímóti Týsklandi

Danmark má hava hjálp frá Russlandi fyri at rokka EM hálvfinaluni

Tað skuldi verða so gott hjá danskarunum, men ígjár hálvkiksaði Danmark ímóti Svøríki, og í dag heilkiksaði Danmark ímóti Týsklandi í EM millumbólki 2 í EM endaspælinum, sum er í Póllandi í hesum døgum.

 

Danmark tapti 23-25 ímóti Týsklandi fyrr í kvøld, og tað var serliga sárt, tí Danmark var á odda 23-21, men teir rendu seg í ein málturk ímóti dystarenda. Týskarar vóru sannførandi í álopi og verju seinastu minuttirnar, og týskarar hálaðu heim ein sigur, og eitt hálvfinalupláss. Í steðginum var Danmark á odda 13-12.  Mikkel Hansen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við sjey málum, og hann gjørdist "Man of the Match". Steffen Fath gjørdist toppskjútti hjá Týsklandi við við seks málum. 

 

Ígjár kláraði Danmark eisini at klodda eina góða støðu burtur ímóti Svøríki. Danmark førdi 28-25, men ein vánaligur dystarendi førdi til, at Svøríki fekk togað seg uppá javnleik 28-28. Júst tað eina stigið Danmark misti ímóti Svøríki kann gerast sera dýrt í tí endaliga roknstykkinum. 

 

Frásøgumennirnir hjá danska TV2 halda, at íslendski venjarin hjá Týsklandi, Dagur Sigurðsson greiddi sín setning betri enn íslendski venjarin hjá Danmark, Guðmundur Guðmundsson, sum er komin í eitt ódnarveður í donsku ítróttarpressuni, sum gevur ilt av sær um taktisku disposisjónirnar hjá Guðmundi Guðmundssyni. 

 

Fyrr í dag vann Svøríki 22-14 (10-7) á Ungarn. Danmark má hava hjálp frá Russlandi fyri at røkka einari hálvfinalu. Um Russland vinnur ella spælir javnt ímóti Spania, so vinnur Danmark seg í hálvfinaluna. Spania og Russland spæla klokkan 19.30. Um Spania spælir javnt ímóti Russlandi hava bæði Danmark og Spania sjey stig, men tá er Danmark betri innanhýsis, tí teir vunnu á Spania. 

 

Russland hevur nógv at spæla fyri, tí við sigri á Spania vinna teir seg upp á eitt fjórða pláss, og liggja betri fyri at kvalifisera seg til OL endaspælið í Rio de Janeiro í Brasil komandi summar. So danskarar vóna, at russarar hava ein góðan dag, men Spania er favorittur at vinna dystin. 

 

Støðan í EM millumbólki 2 :

 

1. Týskland 5 dystir 8 stig

2. Danmark 5 dystir 7 stig

3. Spania 4 dystir 6 stig

4. Svøríki 5 dystir 4 stig

5. Russland 5 dystir 3 stig

6. Ungarn 5 dystir 0 stig