Danmark hølvaði Liktinstein av

Danmark hevur framvegis møguleika at sleppa til EM-endaspælið 2008. Eftir at teir fingu eitt sting burturúr í Svøríki leygardagin, megnaðu teir í dag at vinna øll trý stigini. Annað enn tað hevði tó verið ónøktandi, tí mótstøðuliðið var Liktinstein. Teir vórðu sendir heimaftur við einum 0-4 tapi í viðførinum.

 

Stóra hjálp fekk danska liðið frá Íslandi, sum í kvøld vunnu 2-1 á Norðurírlandi. Hetta hevur við sær, at danir nú bara eru tvey stig frá Norðurírlandi, og fimm stig frá at røkka endaspælinum.

 

Liðini hava fýra dystir eftir at leika. Hetta undantikið Norðurírlandi og Íslandi, sum hava leikt ein dyst fleiri.