Danmark gevur russisku myndugleikunum ábyrgdina av deyða Navalnyjs

Ábyrgdina fyri at Aleksej Navalnyj doyði er hjá russisku myndugleikunum.

 

Fríggjadagin vórðu blómur lagdar við russisku sendistovuna í Keypma nnahavn, tá tíðindini bórust um Aleksej Navalnyj var deyður. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað skrivar danska uttanríkisráðið í eini skrivligari viðmerking til Ritzau.

Danmark væntar eina kanning av umstøðunum kring deyðan hjá russiska andstøðuleiðaranum. Og russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, er boðsendur til samrøðu í uttanríkisráðnum.

– Russiski sendiharrin í Danmark er eftir deyða Aleksej Navalnyj boðsendur til samrøðu í uttanríkisráðnum.

– Her verður undirstrikað, at ábyrgdin fyri deyð hansara hvílir á russisku myndugleikunum, tá teir høvdu ábyrgdina av honum undir politiskt motiveraðu fongslingini av honum, og at Danmark saman við okkara ES-sameindu vænta eina gjølla og gjøgnum skygda kanning av umstøðunum kring deyða Navalnyjs, skrivar danska uttanríkisráðið.

At boðsenda einum sendiharra til samrøðu verður vanliga mett sum eitt víðgongd diplomatiskt amboð. Tað gevur eitt greitt signal heimlandið hjá sendiharranum.

Navalnyj doyði sambært russisku fongsulsmyndugleikunum fríggjadagin í síðstu viku í eina fangalegu. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Danmark er ikki tað fyrsta landið, sum boðsendir einum russiskum sendiharra til samrøðu. Tað hava fleiri onnur lond gjørt, eitt nú Finnland og Noreg.

Finnland og Russland hava sínamillum mark upp á 1300 kilometrar. Noreg og Russland hava mark sínamillum upp á 195 kilometrar.

Í Svøríki, har russiski sendiharrin somuleiðis er boðsendur til samrøðu, hevur Tobias Billstrøm, uttanríkisráðharri, heitt á ES um at umhugsa fleiri tiltøk ímóti Russlandi.

– ES má handla ímóti politiskar kúgan í Russlandi. Tað er serliga týdningarmikið eftir at Aleksej Navalnyj doyði í russiskum fangaskapi 16. februar, segði hann mánadagin sambært svenska kringvarpinum SVT.

 

##med2##

Eisini Týskland, Litava, Frakland, Holland og Spania hava boðsent russisku sendiharrunum til samrøðu um málið.

Tað er enn ikki fastlagt ítøkiliga, hví Navalnyj doyði. Sambært starvsliðnum hjá Navalnyj verður líkið afturhildið í 14 dagar. Tað skal vera tí, at gerast skal »eitt ella annað slag av kemiskari kanning«. Tað sigur talskvinnan hjá honum, Kira Jarmysj á X.

Navalnyj var tann kendasti politikarin í russisku andstøðuni. Hann sat fleiri áralangar fongsulsdómar. Seinast varð hann í 2023 dømdur 19 ára fongsul fyri millum anna ekstremismu.

/ritzau/

 

 

 

Fríggjadagin vórðu blómur lagdar við russisku sendistovuna í Keypma nnahavn, tá tíðindini bórust um Aleksej Navalnyj var deyður. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Onkur legði eisini blómur uttan fyri russiska konsulátið, sum húsast hjá shippingfelagnum Faroe Agency Yviri við Strond í Havn