Danska landsliðið var annars rakt av einum óhappi í seinastu venjingini undan fyrsta dystinum, tá oddaspælarin á liðnum, Lærke Møller kom til skaða. Hon var annars álitið hjá danska liðnum, men verður nú als ikki við í kappingini.
So tað var ein torfør og møtimikil uppgáva at skula spæla fyrsta dystin í kappingini uttan besta spælaran. Danska liðið fór tó á vøllin við bjartskygni og vón um at vinna stórgrannan Týskaland. Og tað skuldi eisini vísa seg, at danir spældu best frá byrjan og løgdu seg á odda við hálvleik við fimm málum. Men so skuldi alt bráddliga gerast øðrvísi. Týska liðið tók dyk á seg og legði seg fram um við trimum málum. Hetta var eitt øgiligt bakkast fyri danir, sum nærum høvdu mist vónina at fáa tvey stig við sær til millumspælið. Men alt kann henda í hondbólti, og tað er nettupp tí henda ítróttargreinin er so undirhaldandi og spennandi.
Danir fingu glið aftur á spælið teir seinastu minuttirnar og vunnu við 27 móti 26 málum. Danir skulu í morgin spæla móti Fraklandi. Hini liðini í bólkinum eru Kongo, Brasilia, Frakland og Svøríki. Frakland tapti í dag móti Brasilia.










