Tað eru skrásettir 2.046 nýggir tilburðir við koronusmittu í Danmark. Tað segði Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Smittutilburðirnir eru funnir millum 78.626 royndir. Tað svarar til, at 2,6 prosent av teimum hava verið positiv við covid-19.
Leygardagin vórðu skrásettir 2.115 koronutilburðir. Tá var tað kortini yvir eitt longri tíðarskeið, enn 24 tímar.
Talið av innløgdum við covid-19 er hækkað til 328 á donsku sjúkrahúsunum. Tað eru 26 fleiri enn í gjár.
Av teimum eru 43 á intensivari deild, og 29 teirra hava tørv á andingartóli fyri at kunna anda. Í gjár vóru tey tølini ávikavist 42 og 26.
/ritzau/











