Danmark: Foreldur hava misbrúkt børnini

Eitt par í Danmark er ákært fyri at hava misbrúkt børnini hjá sær, tað sigst at vinfólk hjá foreldrunum hava eisini tikið lut, skrivar tv2.dk í dag. 

 

 

 

Tað er ein familja sum er frá umráðnum í Vejen, í Danmark, har kvinnan er biologisk mamma til øll børnini, og maðurin til tvey teirra. Bæði foreldrini nokta seg sekan í málinum.

 

 

 

 

 

 

 

Ífylgi ákæruni eru børnini javnan misbrúkt, eins og fleiri fólk hava verið við at misnýta børnini. Millum annað skula foreldrini og hesi fólkini hava spælt eitt spæl um rúsevni, har ein av gentunum, sum bert var fýra ár tá, var vinningurin. Eisini hava foreldrini sjálvi framt kynsliga misnýtslu á børnini, eins og tey hava noytt børnini til at hava kynsliga samlegu við hvørjum øðrum, og onkuntíð eisini saman við hundum stendur eisini í ákæruni, í fylgi tv2.dk 

 

 

 

 

 

 

 

Børnini hava eisini verið úti fyri ógvusligan harðskap, har tey millum annað eru sligin við beltum og boylum, bundin uppá ymiskar mátar, verið mál til knívkast, og mangt annað. 

 

 

 

 

Børnini vóru tikin frá foreldrunum í 2000, tað er dóttur teirra sum meldar tey fyri missbrúk, ákæran byggir upp á sera umfatandi frágreiðingar og tekningar sum hon hevur gjørt sum barn. 

 

 

 

 

 

Rættarmálið verður viðgjørt í mars og apríl mánað í 2019.