Danmark: Forboð fyri limaskapi í tiltiknum harkaliði

Tað er nú ólógligt at vera limur í tiltikna danska harkaliðnum, Loyal to Familia. Forboð kom fyri hesum í dag og inniberur m.a., at tað verður bannað at vísa seg í klæðum við búmerkinum hjá harkaliðnum. 

 

 

Danska løgreglan meinar, at Loyal to Familia útsetir borgarar fyri ein vanda, sum skapar ótryggleika á gøtunum, og felagsskapurin verður meintur at hava eitt ólógligt endamál, sum løgreglan ikki vil hava skal halda fram.

 

 

Við fleiri enn 200 limum er Loyal to Familia (LTF) størsta harkaliðið í Danmark, og nógvir av limunum sita í dag inni fyri drápsroyndir og grovan harðskap. Teir hava serliga verið í stórum stríði við ein annan banda, ið eitur Brothas. 

 

 

LTF hevur upprunaliga heimsstað á Nørrebro, har felagsskapurin varð settur á stovn í 2013.

 

 

Forboðið inniber eisini, at tað verður ólógligt hjá fólki við tilknýti til LTF at vísa seg á ávísum støðum. 

 

 

- Við forboðnum fáa vit enn eitt amboð í stríðnum ímóti LTF, sum effektivt kann taka LTF burtur frá gøtumyndini og avmarka harðliga atburðin hjá bólkinum. Vit kunnu í dag ákæra LTF limir fyri at víðari føra ein ólógligan felagsskap, sigur Michael Kjeldgaard, løgregluovasti í tíðindaskrivi til danskar miðlar í dag.