Danmark er í kvøld rakt at influensu. Tað er EM hondbólts influensan, sum tað snýr seg um. Fyrsti dagurin í EM kappingini er av, og danir eru í hopla, nú tað eydnaðist teirra liði at vinna trivaligan sigur á Makedonia. Úrslitið var 29-21 eftir hálvleiksleiðslu 12-8.
Serliga fyrstu løtuna skúmaði heimaliðið av álvara. Í handavend var Danmark frammanfyri 4-0 og 7-2, og síðani snúði spenningurin í stúgvandi fullu Boxen í Herning og millum tær báðar milliónirnar, sum fylgdu við kring landið seg bara um, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Spælið var ikki alla tíðina so sannførandi úti á vøllinum. Men millum stólparnar vísti Nicklas Landin avrik, sum tað sjáldan sæst. Hann vardi fyri næstan aðru hvørja ferð, tá ið makedonarnir royndu seg, og tað bar við sær, at danska liðið skoraði eina rúgvu av málum eftir skjótálop.
Eingin ivi var um, at besti maður hjá Makedonia var málverjin.
Í hinum dystinum í bólki A vann Eysturríki 30-20 á Tjekkia.
Týsdagin: Eysturríki-Danmark og Makedonia-Tjekkia.









