Danmark: Flokkar boðsendir til samráðing um upplating

Hósdagin verður næsta stig tikið í samráðingunum um eina langskygda ætlan um at lata Danmark uppaftur

Næsta stig í samráðingunum um eina langskygda ætlan fyri upplating av Danmark verður tikið í morgin, tá floksleiðararnir sambært upplýsingum hjá TV2 er boðsendir til samráðingar við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú.

Leiðarin hjá Eindarlistanum, Mai Villadsen, váttar fyri Ritzau, at samráðingar verða hósdagin.

Harvið heldur samráðingartilgongdin fram, sum farið varð undir í síðstu viku, og sum skuldi enda við eini avtalu í seinasta lagið 23. mars.

Avtalan skal vísa dønum, hvussu tey ymsu stigini í upplatingini vera í mun til hvørt annað.

Síðani samráðingarnar byrjaðu fríggjadagin í síðstu viku, hava flokkarnir hitst við forsætisráðfrúnni hvør sær.

Tempoið í fundunum hevur fingið fleiri flokkar í andstøðuni at biðja stjórnina um at seta ferðina upp, so ein avtala kann fáast í lag sum skjótast.

Undan samráðingunum í morgin er Statens Serum Institutt biðið um at rokna uppá, hvørja ávirkan ymsu stigini hava á smittuspreiðingina.

Tær útrokningarnar verða helst klárar til næsta fund millum forsætisráðfrúnna og flokkarnar.

/ritzau/