Danmark fingið sítt Abu Ghraib

Tann 37 ára gamla Annemette Hommel er skuldsett fyri at hava farið illa við irakskum fangum, men verji hennara sigur, at málið er nógv verri enn tað, sum higartil er komið fram

Fyrrakvøldið gjørdi danski verjumálaráðharrin, Søren Gade, av at boðsenda leiðsluni hjá donsku hermonnunum í Irak. Tann almenna orsøkin var, at ráðharrin hevði mist álitið á leiðsluni.
Samstundis er tann 37 ára gamla Annemette Hummel, sum er kapteynur í danska herinum, skuldsett fyri at hava brotið reglurnar um, hvussu krígsfangar skulu viðfarast. Í donsku fjølmiðlunum er komið fram, at hon noyddi irakskar fangar at sita í pínandi støðum, og at hon sýtti teimum vatn, tá teir bóðu um tað. Í báðum førum er talan um brot á altjóða reglur um krígsfangar.
Sjálv sigur Annemette Hummel við donsk bløð, at hennara yvirmenn í Irak vóru vitandi um, hvørja framferð hon hevði brúkt, og at teir høvdu góðtikið hana. Eitt nú sigur hon við BT og Ekstrablaðið, at ovastin hjá donsku hermonnunum í Irak, Henrik Flach, oberstur, hevði góðtikið tað, sum hon hevði gjørt.
Verjin hjá Annemette Hommel segði í gjár, at málið um donsku fangaviðferðina í Irak er eitt størri mál, enn fólk halda, og at tað versnar dag frá degi.
Til stuttleika
Sama dag sum danska herleiðslan í Irak bleiv koyrd frá, fór ein dómstólur í USA undir at avhoyra ta 21 ára gomlu Lynndie Eng-land, sum er ákærd fyri at hava farið illa við fleiri irakskum fangum í Abu Ghraib-fongslinum.
Undir avhoyringunum í Fort Bragg segði hon, at hon og hinir hermenninir hildu seg ikki gera nakað skeivt, og tey hildu tað heldur ikki vera serliga álvarssamt. Tvørturímóti hildu tey tað vera stuttligt, segði hon. Undir avhoyringunum vildi eitt av vitnunum vera við, at fregnar-tænastan CIA visti, hvat fór fram, og at CIA hevði beinleiðis biðið fangavørð-arnar fara illa við fang-un-um.
Verjin hjá Lynndie England segði í gjár, at verður hon dømd, eiga nógvir aðrir hermenn og yvirmenn at verða revsaðir. Heilt upp til teir ovastu.