Danmark í ferð við at taka loysing frá Føroyum

?Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, støurir fyri, at Føroyar kunnu koma at enda sum ein samantøvd, ullint hosa, mitt í ongamannalandi

Ríkisfelagsskapurin

Danmark eru í ferð við at loysa frá Føroyum. Í orð askiftinum á fól
katinginum hósdagin, hevð i Høgni Hoydal vent fullveldisstríð num á høvdið .
- Føroyska fullveldið er á bíð ilista. Men afturfyri eru danir í fullari ferð við at loysa, bæð i frá føroyum og Grønlandi, segð i hann.
Hann vísti á at Danmark hevur gingið sína egnu kós í krígnum við Irak, hóast bæð i Føroya Løgting og landstingið í Grønalndi hava samtykt at vera ímóti einum kríggi, sum ikki hevur undirtøku í ST.
- Hetta er ikki javnrættur og hetta er ikki fólkarættur, segð i Høgni Hoydal
Men hann segð i, at tað hevð i enn størri tydning, at Danmark knytir seg fastari og fastari at ES, samstundis sum Føroyar og Grønland standa uttanfyri.
Og nú skulu danir allarhelst eisini atkvøð a um eina ES grundlóg, sum mið savnar enn størri vald í ES.

Sum ein ullint hosa
Hann segð i, at hann stúrdi tí fyri, at Føroyar kunnu koma at liggja sum ein samantøvd ullint hosa mitt í Atlantshavi, ella mitt í ongamannalandi, bæð i sum ein útjað ari í danska ríkinum og sum ein útjað ari í ES.
Hann sigur, at ongin hevur spurt Føroyar og danir eftir, hvørja støð u, hesir báð ir partarnir í ríkinum hava.
-Hóast nógv danskt prát um javnbjóð is partar í ríkinum, hava danir ikki enn við urkent, at vit hava sjálvavgerð arrætt í altjóð a spurningum og danir hava heldur spurt okkum um okkara støð u í hesum máli og vit eru í ongamannalandi við ongari atkvøð u í ST, ongari atkvøð u í ES og vit hava ikki ein sjálvstøð ugan búskap.
-Hesin trupulleikin kann loysast við at danska stjórnin við urkennur, at Føroyar og Grønland hava tey rættindi, sum ST ásetir, at allar tjóð ir hava.
- Øð rumegin siga danir, at føroyingar og grønlendingar hava sjálvavgerð arætt. Men hinumegin vilja teir ikki við urkenna, at hendan sjálvavgerð arrættin í altjóð a við urskiftum.
Høgni Hoydal sigur, at higartil hevur tað verið so, at tey, mál, sum danska stjórnin hevur latið upp í hendurnar á ES, eru mál, sum Grønland og Føroyar umsita sjálvi: Handils- og umhvørvispolitikk o.a.
Men nú ES grundlógin verð ur sett í gildi, verð ur somuleið is føroyskur uttanríkispolitikkur, verjupolitikkur, gjaldoyrapolitikkur og rættarpolitikkur, flutt til Brússel,tí danir siga fyrivarnini á hesum økjum frá sær
- Og alt hetta hendir, uttan at føroyingar og grønlendingar eru spurdir og tað er ikki í samsvari við fólkaræð ið .
- Vit kunnu saktans hugsa okkum tað merkiligu støð u, at vit liggja mitt í atlantshavi við donskum uttanríkispolitikki, verjupolitikki, eini danskari krónu og einum donskum rættarpolitikki, samstundis sum Danmark sjálvt hevur flutt øll hesi øki til Brússel.

Skulu fáa hóskandi skiftistíð
Føroyski Fólkatingsmað urin sigur, at sostatt er Danmark í ferð við at loysa frá Føroyum og Grønlandi.
- Men vit geva fegnir dønum eina hósakndi skiftistíð , legð i hann afturat.
-Hví ber tað ikki til at flytasjálvavgerð arrættin á hesum økjum til Føroyar og Grønland, tá ið tað ber til at flyta hann til Brússell, spurdi hann.
Kortini fegnað ist hann um, at Anders Fogh Rasmussen hevð i tikið undir við einum brævi frá Lars Emil Johansen um gera einaohefta kanning av, hvørja ávirkan tað fer at fáa fyri Føroyar og Grønland, at danir kanska fara at samtykkja eina ES grundlóg og at teir harafturat siga tey fyrafyrivarnini um uttanríkismál, verjumál, gjaldaoyramál og rættarmál, frá sær.
- Vit við urkenna sjálvsagt, at danir hava fullan rætt til at føra ES politikk. Men sostatt átti danska stjørnin eisini at við urkent rættin hjá føroyingum og grønlendingum at fari eina aðra kós