Um middagsleitið í dag var eitt ferðsluóhapp á Stórabelts brúnni í Danmark. Tað var ein lastbilur sum koppaði og í fyrsta umfarið valdi man at steingja báðar vegir á brúnni. Allar helst er tað av nógva vindinum, at lastbilurin koppaði.
Nú er vegurin móti Sjællandi opnaður aftur, men vegurin móti Fyn er enn stongdur av óhappinum. Eingin fólkaskaði tykist at verða hendur, og væntast tað at verða koyrandi aftur klokkan 16.00 danska tíð. Orsaka av óhappinum væntast køð á vegnum móti Sjællandi.
Arbeiðið við at rudda lastbilin av vegnum gjørdist trupult av nógva vindinum, sum herjar á í Danmark í løtuni. Mynduleikin ávaraði áðrenn óhappi, at ikki varð koyrandi fyri størri akfør, sum kundu taka nógvan vind á seg, yvir um Stórabelts brúnna. Tað væntast at verða nógvur vindur fram til midnátt.