Danska verjuleiðslan hevur ábyrgdina av at útvega nóg mikið av starvsfólki til at stuðla endurvápningini av donsku verjuni.
Verjuovastin í Danmark, Michael Hyldgaard, fer at hava ein meira avgerandi leiklut, tá avgerðir verða tiknar um innkeyp til verjuna.
Tað eru stjórnin og partarnir handan verjuavtaluna samd um. Tað boðaðu partarnir frá á tíðindafundi í morgun.
- Tað verður bæði í mun til at tryggja røttu avgerðirnar í mun til stríðsmegina hjá danska hervaldinum, men eisini hernaðartekniskar karmar fyri, hvussu vit keypa á ein hátt, sum bøtir um okkara stríðsmegi, segði Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri á tíðindafundinum.
Sjálvt um verjuovastin fær meira vald, so verða "stór hernaðarkeyp" framvegis "politiskt kjølfest", stendur í avtaluni.
Innkeypið skal røkka milliardunum, áðrenn politikarar leggja seg út í málið, sigur Troels Lund Poulsen leygardagin. Her vísir hann millum annað til stórkeyp undir NATO-verju.
Men ráðharrin ger eisini greitt, at einki ávíst mark er sett fyri heimildirnar hjá verjustjóranum.
Í summum førum kann tað vera upp til umrøðu, um politikarar skulu vera við, sjálvt um eitt keyp endar í tí prísklassanum.
Í vikuni gjørdi stjórnin greitt, at hon ætlar at játta 120 milliardir krónur afturat til brynjan av donsku verjuni fram til 2033. Hetta er ásett við avtaluni.
Tað er ikki minst orsakað av hóttanini frá Russlandi, at Danmark skal brynja seg víðari.
Knappar 200 milliardir krónur eru frammanundan játtaðar til danska hervaldið fram til 2033.
Partarnir eru samdir um, at Danmark skal hava bygt upp eina effektiva rakett- og loftverju, og síðani skal ein dronuverja útvegast, stendur í avtaluskjølunum.
Harumframt hava teir eisini verið samdir um, at álopsførleikarnir skulu styrkjast við at keypa nýggj rakett- og lóðursløg eins og við at keypa rakettskipanir móti skipum.
Í avtaluni stendur eisini, at Verjuskipanin fær ábyrgdina av at útvega nóg mikið av starvsfólki til at stuðla vápnanum.
Hetta er gjørt við at leggja Forsvarsministeriets Personalestyrelse og Forsvarsministeriets Ejendomsstyrelse undir Forsvarskommandoina.
Hetta gevur henni eisini ábyrgdina av at tryggja, at fysisku karmarnir stuðla ynskinum um dubbing.
Avtalan skal eisini hjálpa til við at umskipa tilfars- og innkeypsstovuna hjá Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse (FMI). Stovnurin skal vera betur útgjørdur, so hann megnar at stuðla dubbingina av donsku verjuni.
Partarnir í avtaluni eru millum annað Danmarksdemokraterne, SF, LA, Konservative, Dansk Folkeparti og Radikale Venstre.
Íverksetingin av avtaluni er sett at byrja longu mánadagin, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Talan er um sera stórar peningaupphæddir, sum nú skulu brúkast til verjuna. Bara upphæddin, sum donsku flokkarnir í morgun eru vorðnir samdir um til verjuna svarar til ríkisveitingina úr Danmark til Føroya í 220 ár. Og samlaða upphæddin, sum higartil er játtað til hernaðarútreiðslur, fram til 2033, 320 milliardir krónur, svarar til ríkisstuðulin úr Danmark til Føroya í 590 ár.