Danmark fekk fult í bólki D

Við Mikkel Hansen og Niklas Landin í stórformi vann Danmark trygt á Ungarn

Danska manslandsliðið í hondbólti hevur tryggjað sær fýra stig í millumumfarinum í EM endaspælinum í hondbólti, sum verður leikt í Póllandi í hesum døgum.

 

Danmark vann ein tryggan 30-22 sigur á Ungarn í bólki D. Í steðginum var Danmark á odda 18-10. Í dag gekk stóra stjørnan, Mikkel Hansen undan við at skjóta níggju mál. Niklas Landin hevði eisini ein góðan dag við nógvum bjargingum.

 

Í sama bólki vann Russland 28-21 (14-9) á Montenegro. 

 

Danmark tekur fýra stig við sær í millumspælið. Russland tekur tvey stig við sær, meðan Ungarn hevur vunnið seg í millumspælið við ongum stigi. Stigini, sum vunnin eru ímóti Montenegro fella burtur.

 

Endaliga støðan í bólki D :

 

1Danmark330091:756
2Russland320180:784
3Ungarn310280:842
4Montenegro300376:900

 

Svøríki hevur eisini vunnið seg víðari í millumspælið, men tað verður við ongum stigi. Svøríki tapti 22-24 (10-12) ímóti Spania í bólki C í kvøld. Í sama bólki vann Týskland 25-21 (12-10) á Slovenia.

 

Spania tekur fýra stig við sær í millumumfarið. Týskland tekur tvey stig við sær, meðan Svøríki vinnur seg í millumumfarið við ongum stigi. Stigini, sum eru vunnin ímóti Slovenia fella burtur. 

 

Endaliga støðan í bólki C :

 

1Spania321080:755
2Týskland320181:794
3Svøríki310271:722
4Slovenia301266:721