Danmark fekk akkurát eitt stig

Danmark kom á odda, men endaði við at verja seg til eitt stig

Ein dystur hevur verið í HM-endaspælinum í Russlandi í dag. Danmark spældi javnleik 1-1 móti Avstralia. Tað merkir, at Danmark hevur fýra stig fyri tveir dystir, meðan Avstralia hevur eitt stig, eftir at hava tapt 2-1 fyri Fraklandi í fyrsta umfarinum í bólki C.

 

Danmark kom á odda longu aftaná sjey minuttir, tá gott uppspæl endaði við at Christian Eriksen bleiv spældur leysur og meddaði bóltin í málið. Eitt flott mál og góð byrjan hjá Danmark.

 

Sjey minuttir fyri tíð kom VAR, sum er dómarahjálp við video, aftur í fokus. Eftir innlegg steðgaði dómarin dystinum og løtu seinni bríkslaði hann fyri brotssparki til Avstralia, tí Yussuf Poulsen brúkti hondina í brotsteiginum. Tað tykist verða ósemja um brotssparki, tí tað er ikki til at síggja, at Yussuf Poulsen ger tað við vilja.

 

Í seinna hálvleiki hevði Avstralia munin og kom til fleiri møguleikar, men tað bleiv bara vandamikið onkran einkultu ferð.

 

Danmark – Avstralia 1-1 (1-1)

1-0 Christian Eriksen, 7

1-1 Mile Jedinak, 38 br