Danmark fær ein tríkleyvarstjórn

Lars Løkke Rasmussen hevur nú boðað frá, at samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn eru komnar á mál. Nýggj stjórn verður tí skipað millum Vinstra, Liberal Alliance og Konservativa Fólkaflokkin. Lars Løkke Rasmussen verður forsætisráðharri.

 

Flokkarnir hava samráðst alla vikuna á Marienborg, og boðini frá Lars Løkke Rasmussen á Twitter fyri løtu síðani vóru hesi:

 

– Marienborgavtala komin upp á pláss. Tríkleyvarstjórnin er á veg, skrivar Lars Løkke Rasmussen.

 

Teir tríggir floksleiðararnir, Lars Løkke Rasmussen, Anders Samuelsen og Søren Pape Poulsen halda tíðindafund nú klokkan 14.