ST-samtyktin, frá sama árið, áleggur limalondunum at boða felagsskapinum frá, um tey varða av sjálvstøðugum londum og fólkum.
Føroyingar eru ikki til
Eftir hesi samtykt hevur Danmark skyldu til, at skráseta okkum føroyingar, sum eitt fólk í ST.
Hóast vit hava fyritreytirnar, ið skulu til, egið mál, egna mentan og søgu, so hevur Danmark í 50 ár, skákað sær undan hesi skyldu.
Grønlendingar eru til
Danir hava tó skrásett grønlendingar sum eitt fólk í ST, og tað áttu teir sjálvandi at gera, men hví ikki eisini okkum føroyingar?
Onkur hevur nevnt, at av tí, at so stórur munur er á útsjónd og máli hjá grønlendingum og dønum, so ber teimum ikki til at dylja, at grønlendingar eru eitt annað fólk.
Henda framferð dana móti okkum føroyingum, má sigast at vera tekin um stórveldakenslur og vísir stórveldaatburð av lítla landinum Danmark móti minna landinum Føroyar.
ST-skyldur
Eftir ST-samtyktini hava lond sum Danmark, skyldu til at tryggja framgongd á mentunarliga-, politiska-, fíggjarliga-, sosiala og útbúgvingarøkinum, í londunum tey varða av.
Eisini skulu tey stuðla londunum í at fáa sjálvstýri og enntá loysing, um fólkið í »hjálandinum« ynskir tað.
Vóru vit skrásett, sum eitt fólk, hevði Danmark skyldu til hvørt ár, at givið ST frágreiðing um, hvussu støðan er á áðurnevndu økjum í Føroyum.
Teir láta sum einki
Danskir professarar og aðrir lærdir menn í Danmark skriva síðu upp og síðu niður um, at vit hava eina serliga støðu í danska ríkinum.
Í Føroyum hava vit í løtuni eitt landsstýri við parlamentariskum meiriluta, ið arbeiðir við at seta fullveldi á stovn.
Hóast hetta, so røkist einki fyri, at leiðandi politikkararnir í Danmark taka í álvara tær skyldur, teir eftir ST-samtyktini hava móti okkum føroyingum.
Mere løsrivelse - mindre penge
Hesi orð hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen eru tekin um primitivan valdspolitikk. Tann, ið hevur pening, skal ráða yvir tí, ið hevur minni pening.
Hesin hugburður ber ikki brá av fólkaræðisligari sosialismu, sum skuldi verið aðalmerkið hjá einum framkomnum javnaðarflokki.
Orðini hjá Poul Nyrup hava til enamáls at ræða okkum, so vit ikki atkvøða fyri fullveldisætlanini, og at billa okkum inn, at vit ikki eru før fyri at føða okkum sjálvi.
Verri enn støðan var fyrst í 90?unum, verður hon ikki aftur. Tá varð ein stórur partur av Føroya Fólki, eftir boðum úr Danmark, rikin av landinum.
Sum er, fer helvtin av blokkinum aftur til Danmarkar í rentu, so í veruleikanum er tað bert ein hálvur blokkur, Nyrup hevur at hótta okkum við, um vit lata okkum hótta av slíkari stórvelda framferð.
Alis Jacobsen
Haldarsvík