Danmark fær fleiri radarar

Undir Kalda krígnum hevði Danmark sjey radarar fram við strondini. Í næstum verður talið 29

Tað er ikki óttin fyri einum nýggjum køldum kríggi, sum hevur fingið myndugleikarnar at útbyggja radarkervið, men heldur ein roynd at forða skipum, sum hava óreglulig ørindi, at fjala seg nærhendis donsku strondini.

 

Tí hava myndugleikarnir gjørt av at seta eina røð av nýggjum radarum upp ymsastaðni kring landið. Millum annað fáa havnarbýir sum Hanstholm, Hirtshals og Skagen nýggjar radarar.

 

-Undir Kalda krígnum skuldu vit halda eyga við skipum hjá londum í Warszawa-samgonguni, sum sigldu í donskum sjógvi. Í dag er støðan ein onnur, so nú eru tað yvirgangur og vandin fyri dálking, sum vit skulu halda eyga við, sigur Per Højgaard-Jensen hjá Søværnets Operative Kommando við Jyllands-Postin.

 

Teir nýggju radararnir hava tilknýti til aðrar ávaringarskipanir so sum AIS-skipanina, sum øll skip, ið eru størri enn 300 bruttotons, skulu hava. Tað ger, at radarkervið kann fylgja skipum, sum koma í danskan sjógv.