Við einum 1-3 tapi móti Íslandi er Danmark liðugt við U21 EM, enntá á heimavølli.
Danir høvdu annaes undan kappingini vónir um at fara allan vegin í finaluna, og venjingardystirnir góvu eisini góð úrslit.
Men við EM á heimavølli hevur gingist ógvuliga illa. Tað byrjaði við einum 0-1 tapi móti Sveis, síðani fylgdi ein 2-1 sigur móti Hvítaruslandi, og góðar vónir vóru móti Íslandi, sum hevði tapt báðar sínar dystir.
Men Danmark floppaði og tapti dystin 1-3. Ísland kom á odda 1-0 við máli, sum Kolbeinn Sigthorsson skoraði stutt inn í seinna hálvleik, og bert tríggjar minuttir seinni økti Birkir Bjarnason til 2-0.
TAð eydnaðist Danmark at minka um munin, men so skoraði Ísland aftur til endaligu støðuna 3-1, og harvið endaðu bæði Hvítarusland, Ísland og Danmark á trimum stigum og øll við málúrtøkuni 3-5. Men tað er Hvítarusland, sum fer víðari saman við Sveis.









