Føroyska U21-landsliðið hevur undan seinasta dystinum í kvøld ongan møguleika at lyfta seg upp av aftasta plássi í bólkinum, har teir liggja við tveimum stigum.
Føroyar fingu eina góða byrjan upp á undankappingina umvegis ein 0-0-javnleik ímóti Norðurírlandi í fjør summar, men síðani komu teir veruliga niður á jørðina aftur eftir trý stórtap á rað. 0-4 ímóti Norðurírlandi, 1-5 ímóti Serbia og 0-4 ímóti Danmark.
Í Gundadali hava mótstøðuliðini tó havt tað trupult, og er tað eisini hiðani, at bæði stigini hjá føroyska liðnum eru komin. Í juni spældi føroyska liðið tveir heimadystir á rað innan fýra dagar, og vóru tað tá tvey góð avrik, sum argaðu mótstøðuliðini nakað. Føroyar spældu fyrst 1-1 ímóti Makedonia, áðrenn oddaliðið Serbia mátti kýta seg nógv fyri at fáa ein 2-0-sigur.
Nýggj andlit
Til uppgávuna í kvøld úttóku landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, 22 leikarar. Fýra leikarar eru úttikinir hesuferð, sum ongantíð áður hava umboðað føroyska U21-landsliðið. Teir eru Dánjal Rói Olsen, B36, Bárður Hansen, Víkingur, Árni Frederiksberg, NSÍ og Gustav Sørensen, ið til dagliga spælir við danska felagnum Næstved.
Hin fimti nýggi leikarin er seinni eisini úttikin. Talan er um KÍ-verjuleikaran, Jógvan Isaksen, sum varð boðsendur eftir at Høgni Eysturoy úr B36 hevur givið avboð vegna skaða.
Heini Vatnsdal, Gunnar Zachariassen og André Olsen eru eisini skaddir. Harnæst eru fýra leikarar, sum eru úttiknir til A-landsliðið. Teir eru Jóan Símun Edmundsson, Kristian Joensen, Hallur Hansson og René S. Joensen.
Ørvísi fyrireiking
Føroyski hópurin hittist sunnudagin, tá ið fundur og løtt venjing var á skránni. Ætlanin var eisini, at teir skuldu svimja, men vegna streymslit varð hetta av ongum. Leikararnir búgva á Hotel Føroyum, har danska landsliðið eisini býr, og eru dagarnir fongdir við venjing, røttum mati og fyrireikandi fundir annars.
Annars kann sigast, at hópurin hevur havt heldur øðrvísi fyrireikingar hesaferð. Mánakvøldið var Sjúrður Skaale á gátt og legði nøkur borgarlig orð fram fyri teimum í eini røðu, har hann tosaði aftur og fram um Føroyar og Danmark. Hóast álvari var í hesum, so:
– Ein kann ikki lata vera við at flenna eftir honum, sigur Hans Jørgensen, málverji.
Týsdagin var hópurin á vitjan á landssjúkrahúsinum, har teir vórðu vístir runt um allan bygningin.
– Tað er vanligt at hava onkra alternativa útferð fyri at kopla eitt sindur frá, sigur André Olsen, sum er við í hópinum hóast hann ikki verður við eftir at hava fingið skaða í dysti fyri B68 leygardagin.
Sjálvan dystardagin verður taktikk-fundur kl.11 á morgni, tá ið leikararnir fáa boð um, hvørjir skulu byrja inni. Um middagsleitið verður byrjunaruppstillingin almannakunngjørd og kann síggjast á portal.fo.
- - -
Føroyski U21-hópurin:
Málverjar:
Teitur Gestsson, HB
Hans Jørgensen, B68
Verjuleikarar:
Viljormur Davidsen, NSÍ
Erling D. Jacobsen, Víkingur
Rógvi S. Holm, HB
Høgni Eysturoy, B36
Jan Ellingsgaard, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Jógvan Isaksen, KÍ
Gustav Sørensen, Næstved (DK)
Miðvallarar:
Karl Løkin, ÍF
Róaldur Jakobsen, B36
André Olsen, B68
Árni Frederiksberg, NSÍ
Framherjar:
Gilli Sørensen, TB
Dánjal á Lakjuni, ÍF
Páll Klettskarð, KÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur
Dánjal Rói Olsen, B36