Og nú gevur Jesper Grønkjær øllum kritikarunum rætt. – Vit kunnu ikki longur teljast ímillum evropeisku stórtjóðirnar, tá umræður fótbólt. Hetta vóru vit fyri nøkrum árum síðani, tá vit fingu góð úrslit í bæði HM 2002 og EM 2004. Men nú kunnu vit ikki teljast ímillum hesar longur, staðfestir ein skuffaður Grønkjær, sum tó ikki lýpur undan síni egnu ábyrgd í vánaligu úrslitunum hjá Danmark síðstu tíðina.