Danmark hevur í dag spælt seg í fjórðingsfinaluna við 3-0 sigri á Wales. Kasper Dolberg skoraði tvey tey fyrstu, Joakim Mæhle økti til 3-0, áðrenn Martin Braithwaite setti punktum við máli til 4-0.
Kasper Dolberg byrjaði inni fyri skadda Yussuf Poulsen, tá Danmark í dag spældi móti Wales í fyrstu 1/8 finaluni í hesum EM-endaspælinum. Fyrrverandi áleyparin hjá Ajax kendi seg væl á gamla heimavøllinum í Amsterdam.
Han skroaði til 1-0 aftaná 27 minuttir við neyvum skoti, og økti tríggjar minuttir eftir hálvleik. Hesa ferð vóru walisar ónøgdir, tí teir vildu hava fríspark í uppspælinum. Stutt fyri tíð økti Joakim Mæhle við framúr máli. Hann hevur verið millum bestu spælararnar til EM-endaspælið.
Martin Braithwaite setti punktum við máli til 4-0. Tað fór til VAR, men eftir at haav sæð endurtøkurnar var málið góðkent. Danamrk skal nú spæla móti vinnaranum av 1/8 finaluni millum Hollandi og Kekkia.