Danmark er í kvartfinaluni

Ísland fekk eina marrubyrjan og sigurin hjá Danmark var ongantíð í vanda.

Norðurlendsk uppgerð var á skránni í 1/8-finaluni í HM-endaspælinum í manshondbólti í kvøld, tá ið Danmark og Ísland hittust. Ísland var uttan stjørnu teirra, Aron Pálmarsson, og orsaka av tí var Ísland ikki spátt at hava góðan møguleika.


Danmark kom eisini flúgvandi frá byrjan og nærmast avgjørdi dystin alt fyri eitt. Longu eftir níggju minuttum var Danmark á odda 7-1, og hesin munurin helt sær heilt til hálvleikssteðgin, tá ið støðan var 16-10 til Danmark.


Eiheldur í seinna hálvleiki eydnaðist tað Íslandi at nærkast Danmark stórvegis, og Danmark vann at enda dystin trygt 30-25. Harvið er Danmark í kvartfinaluni, sum verður mikukvøldið ímóti Spania.


Í seinastu 1/8-finaluni vann Frakland 33-20-stórsigur ímóti Argentina eftir at teir vóru á odda 16-6 í hálvleikssteðginum.


Kvartfinalur:

Kroatia – Pólland

Katar – Týskland

Danmark – Spania

Frakland – Slovenia