Tað var so dramatiskt og spennandi, sum tað næstan bara kann vera í hondbólti, tá ið Danmark í kvøld tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni í EM í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia.
Merkisvert var tað, at danska liðið var als ikki í eldinum, tá ið tað varð greitt, at Danmark hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.
Makedonia, sum hevur verið størsti avbjóðarin hjá Danmark í miðumfarinum, var stórfavorittur ímóti Tjekkia, og Makedonia var frammanfyri við fýra málum, tá ið tað restaði eitt korter. So stongdi tjekkiski málverjin málið, og við framúr hugburði, fínum spæli og undan kappingini ókendum stórskjútta á høgra bakki vendi Tjekkia øllum á høvdið og vann 25-24.
Makedonia hevði møguleika at javna, men málverjin hjá Tjekkia bjargaði brotskastinum, tá ið tíðin var farin.
Tjekkia var roknað at vera vánaligasta liðið av øllum í EM endapælinum. Nú hevur Tjekkia vunnið ímóti Ungarn, Danmark og Makedonia.
Úrslitið ber við sær, at tað er greitt, at Danmark skal spæla hálvfinalu. Um tað verður sum vinnari av bólkinum ella sum nummar tvey fæst at vita í morgin. Tá skulu danir, sum hava hvílt seg síðani sunnukvøldið, spæla ímóti Makedonia, sum aftur skal í eldin kl, 17.15 ella um tjúgu tímar.
Úrslitið ber eisini við sær, at Tjekkia hevur møguleika í morgin at tryggja sær pláss í hálvfinaluni.
Fyrsta treytin er, at Tjekkia vinnur ímóti Slovenia. Tann dysturin verður longu klokkan 15.00 í morgin.
Úrslit í dag
Slovenia - Spania 31-26
Makedonia - Tjekkia 24-25
1 | Danmark | 4 | 3 | 0 | 1 | 109:103 | 6 |
2 | Spania | 4 | 2 | 0 | 2 | 111:91 | 4 |
3 | Týskland | 4 | 1 | 2 | 1 | 97:95 | 4 |
4 | Tjekkla | 4 | 2 | 0 | 2 | 87:105 | 4 |
5 | Makedonía | 4 | 1 | 1 | 2 | 94:105 | 3 |
6 | Slovenía | 4 | 1 | 1 | 2 | 108:107 | 3 |