Danmark er favorittur til at vinna EM í manshondbólti

Svøríki er triði favorittur og Noreg er fjórði favorittur hjá veddingarfyritøkunum

13. januar byrjar EM-endaspælið í manshondbólti, ið hesaferð verður avgreitt í Ungarn og Slovakia.

 

Verandi heimsmeistarar, Danmark eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna EM-gull. Danmark hevur áður vunnið EM-gull í 2008 og í 2012.

 

Oddsini uppá, at Danmark vinnur EM liggja millum 2,25 og 2.40.

 

Annar favorittur hjá veddingarfyritøkunum er Spania. Oddsini uppá, at Spania vinnur EM liggja millum 5,50 og 6,50.

 

Triði favorittar hjá veddingarfyritøkunum eru Svøríki og Frakland. Har liggja oddsini millum 6,50 og 8.0.

 

Noreg er fjórði favorittur hjá veddingarfyritøkunum. Oddsini uppá, at Noreg vinnur EM-gull liggja millum 8,50 og 11,0.

 

Sostatt eru trý norðurlond millum fremstu favorittarnar til at vinna EM-gull. 

 

Oddsini uppá, at Ísland vinnur EM-gull liggja millum 67,0 og 81,0.