Danmark er fíggindi

Í Egyptalandi vísir ein meiningakanning, at ein meiriluti av egyptiska fólkinum meta Danmark sum eitt fíggindaliga sinnað land. Tað eru egyptisku myndugleikarnir, sum hava gjørt kanningina. Hon vísir, at 60 prosent av teimum spurdu halda Danmark vera eitt fíggindaland, og at 37 prosent halda Danmark vera ógvuliga fíggindaliga sinnað. Í kanningini hava myndugleikarnir spurt 1.000 tilvildarlig fólk.